Sølan er nú góðkend

Sølan er nú góðkend
Íslendski miðbankin hevur nú góðkent, at BankNordik selur 100 prosent av sínum partabrøvum í Vørði. Keyparin er íslendski Arion-banki
 
21.06.2016 - 08:37

- Vit fegnast um, at sølan av Vørði gongur eftir ætlan, og góðkenningin frá íslendska miðbankanum er eitt týðandi stig á leiðini, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, í tíðindaskrivi í morgun.

Nú vantar bara góðkenningin frá íslendsku kappingarmyndugleikunum, áðrenn sølan kann fara fram. BankNordik væntar at fáa endaligu góðkenningina í summar.

Sølan av Vørði verður tí væntandi endaliga framd í seinna árshelmingi í ár. Bankin sigur í tíðindaskrivinum, at avtøkan av danska vinnukundavirksemi bankans eisini gongur eftir ætlan.

Styrkir kapitalgrundarlagið hjá bankanum

Til samans fara sølan av Vørði og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum at styrkja kapitalgrundarlag bankans við umleið 300 milliónum krónum.

Sum fyrr fráboðað er ætlanin at útgjalda vinningsbýti, sum er í samsvari við styrkta kapitalgrundarlag bankans og málið um eitt kjarnukapitalprosent upp á minst 13.

Av tí at sølan av Vørði væntandi verður endaliga framd í seinna árshelmingi, verður serliga vinningsbýtið væntandi útgoldið í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109