Ikki liðugt at kanna málið

Ikki liðugt at kanna málið
Politiið arbeiðir framvegis við teimum fýra fronsku trolaranum, sum Tjaldrið tók fyri at fiska á stongdari leið eystan fyri Fugloynna sunnumorgunin
Fýra franskir trolarar komu á Kollafjørð seinnapartin sunnudagin. Trolararnir royndu, tveir og tveir, á einari leið, sum Fiskiveiðieftirlitið stongdi tann 13. juni, tí so nógvur ungfiskur var har
Mynd: KvF  
 
20.06.2016 - 14:33

Trolararnir royndu, tveir og tveir, á einari leið, sum Fiskiveiðieftirlitið stongdi tann 13. juni, tí so nógvur ungfiskur var har.

Trolararnir komu á Kollafjørð millum klokkan fýra og fimm í gjár. Har liggja teir enn, og Tjaldrið liggur hjá teimum.

Fiskiveiðieftirlitið hevur fylgisveinaeftirlit við fiskiskipum, og varnaðist tí tíðliga í gjáramorgunin, at fronsku skipini fiskaðu ólógliga.

Kann enda í rættinum

Haltenbank II og Cap Saint Georges fóru úr Peterhead hósdagin, André Leduz fór haðani mánadagin, og Bressay Bank fór úr Hanstholm næst seinasta sunnudag.

Vanliga plaga skiparar og reiðarí at fáa sektaruppskot í slíkum førum. Verða sektaruppskotini ikki góðtikin, fara málini í rættin.

Fronsk skip kunnu fiska í føroyskum sjógvi av ES-kvotuni. Men stongdar leiðir eru eisini stongdar fyri ES-skip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109