Útflutningurin størri enn innflutningurin

Útflutningurin størri enn innflutningurin
Føroyar útflyta framvegis meira enn innflutt verður fyri. Til 1. mai í ár var munurin 400 milliónir krónur
Alilaksur vigar eisini eisini nógv í útflutninginum í ár. Alilaksur fyri eina milliard og 113 milliónir krónur varð útfluttur frá 1. januar til 1. mai í ár
 
17.06.2016 - 17:01

Vit útfluttu fyri tvær milliardir og 469 milliónir krónur til 1. mai. Men innflutningurin var tvær milliardir og 67 milliónir.

Útflutningurin er 23 prosent størri í ár enn í fjør, innflutningurin er 21 prosent størri í ár enn í fjør, siga tøl, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár.

Í útflutninginum vigar alilaksur eisini nógv í ár. Alilaksur fyri eina milliard og 113 milliónir krónur varð útfluttur frá 1. januar til 1. mai í ár, tað eru 367 milliónir og 49 prosent meira enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109