Kunnu ikki brúka skipið

Kunnu ikki brúka skipið
Havstovan sleppur ikki at leiga Norðhavið til at gera royndir eftir uppsjóvarfiski. Skipið hevur ikki neyðuga loyvið
Fiskivinnumyndugleikarnir eru ikki lidnir at kanna, hvør eigur Norðhavið, sum fyrr kallaðist Atlantsfarið. Tí sleppur Havstovan ikki at leiga Norðhavið til at gera royndir eftir uppsjóvarfiski
 
17.06.2016 - 15:17

Fiskivinnumyndugleikarnir eru ikki lidnir at kanna, hvør eigur Norðhavið, sum fyrr kallaðist Atlantsfarið. Tí sleppur Havstovan ikki at leiga Norðhavið til at gera royndir eftir uppsjóvarfiski.

Sambært Sosialinum var besta boðið, sum Havstovan fekk, tá hon søkti eftir skipi at gera royndir, frá reiðarínum hjá Norðhavi.

Hevur ikki veiðiloyvi

Gjaldið fyri at gera kanningarnar fyri Havstovuna er makrelkvota. Men tá Norðhavið ikki hevur veiðiloyvi, kann skipið heldur ikki fáa fiskiloyvi at fiska tað, sum skipið fær frá Havstovuni.

Vørn segði fyrr í ár, at Northwest Pelagic, sum eigur Norðhavið, lýkur ikki treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt.

Tí fær skipið ikki veiðiloyvi. Hendan avgerð hjá Vørn varð kærd til Fiskimálaráðið, sum hevur sent Vørn málið aftur, tí sambært Rógva Reinert, aðalstjóra, eru komnar nýggjar upplýsingar um málið.

Kunnu ikki taka undir við sáttmála

Fiskimálaráðið sigur í svari til Havstovuna, at tað ikki kann taka undir við, at sáttmáli verður gjørdur við P/f Northwest Pelagic um hesar kanningar.

Í svarinum stendur, at Norðhavið hevur einki veiðiloyvi, tí eftirkanning av eigara- og avgerðarviðurskiftunum hevur víst, at hesi ikki eru samsvarandi ásetingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Um Fiskimálaráðið kemur í ta støðu, at tað ikki kann skriva felagnum fiskiloyvi til rannsóknarkvotuna, kann Fiskimálaráðið vegna Havstovuna sostatt ikki samsýna felagnum fyri gjørdu kanningarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. mars
Morgunlestur leygardagur 1. mars 2025
187869
Fríggjadag 28. februar
Vikuskiftið 28 februar 2025
188454
Fríggjadag 28. februar
Breddin: Politiska støðan og snús
188439
Fríggjadag 28. februar
Morgunlestur fríggjadagur 28. februar 2025
187868
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381