Sleppa ikki undan at rinda

Sleppa ikki undan at rinda
Fólk í DIS-skipanini skulu framvegis rinda skatt av eftirlønini. Tað hevur Hægstirættur gjørt av
 
16.06.2016 - 11:29

Tí fer fakfelagið, Søfartens Ledere, at mæla til, at reglurnar verða broyttar, tí limirnir hjá felagnum sigla eftir sáttmálum, so tey ikki skulu rinda skatt.

Felagið sigur, at manningarnar á skipum sum sigla undir DIS, ikki rinda skatt, tí feløgini fáa pengarnar aftur, og tað eigur eisini at verða galdandi fyri eftirlønina, sigur stjórin í felagnum, Fritz Ganzhorn við Jyllandspostin.

- Vit hava virðing fyri avgerðini hjá Hægstarætti, men vit skilja ikki at munur skal vera á eftirlønini og vanligu lønini sum limirnir fáa, sigur hann.

Viðgera eitt mál í heyst

Í heyst fer Hægstirættur at viðgera eitt mál um fólk, sum sigla undir DIS-skipanini, skulu rinda skatt av vanligu lønini, ella ikki.

Felagið sigur, at limirnir sigla eftir nettosáttmála, og at reiðaríini fáa skattin bornan aftur. talan er um eina skipan sum hevur vart í nógv ár.

Skipanin varð sett í gildi, tá danski handilsflotin var hóttur av fólki úr láglønarlondum, sigur stjórin í Søfartens Ledere, Fritz Ganzhorn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109