Faroe Petroleum funnið olju og gass

Faroe Petroleum funnið olju og gass
Faroe Petroleum hevur avgjørt at bora eitt hol aftrat fyri at fáa greiði á, hvussu nógv kolvetni talan er um
 
16.06.2016 - 16:55

Faroe Petroleum hevur funnið bæði olju og gass í Brasse-økinum í Norðsjónum. Tað skrivar norska heimasíðan, offshore.no

Talan er um leitiøki 740. Gasslummin er 18 metrar, og oljulindin er 21 metrar. Tí hevur felagið avgjørt at bora eitt hol aftrat fyri at fáa greiði á, hvussu nógv kolvetni talan er um.

Óvist hvussu stór nøgdin er

Tá seinna holið er borað, verður felagið betri ført fyri at upplýsa, um talan kann gerast um olju- og gassvinnu í rakstrarverdum nøgdum.

Tað upplýsir stjórin fyri norska virkseminum hjá Faroe Petroleum, Helge Hammer, fyri heimasíðuni, offshore.no, ið ber tíðindini.

Faroe Petroleum stendur á odda fyri virkseminum og eigur helvtina av leitiøkinum PL740. Hina helvtina eigur Point Resources AS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109