Viðgera nú viðmerkingarnar

Viðgera nú viðmerkingarnar
Í Fiskimálaráðnum verða viðmerkingarnar um uppskotið um kunngerðina um uppboðssøluna nú viðgjørdar. Hoyringarfreistin var til síðsta fríggjadag
 
15.06.2016 - 16:43

Tá viðmerkingarnar eru viðgjørdar verður kunngerðin reinskrivað og send til eftirkanningar á lógartænastuni á Løgmansskrivtovuni í hesari vikuni.

Hoyringarfreistin var til fríggjadagin í síðstu viku. Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við at selja fisk á uppboðssølu.

Minstiprísurin ikki vera almennur

Í sínum viðmerkingum um kunngerðina, sigur Fiskivinnuráðið, at tað er eitt sindur ódámligt, at bara landsstýrismaðurin í fisikivinnumálum veit, hvør minstiprísurin verður á uppboðssøluni.

Sambært uppskotinum um kunngerð um uppboðssølu, sum Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt, skal minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin ásetur, ikki vera almennur.

Fiskivinnuráðið heldur, at landsstýrismaðurin kann koma undir illgruna fyri at broyta minstaprísin, so hvørt sum hann sær, hvat hendir á uppboðssøluni.

SÍ EISINI Taka ikki undir við uppboðssølu

Tað er eitt sindur ódámligt, heldur Fiskivinnuráðið. Onnur enn bara landsstýrismaðurin eiga at kenna minstaprísin, áðrenn uppboðssølan byrjar, til dømis ein grannskoðari.

Fiskivinnuráðið heldur eisini, at kravið um trygd fyri pengunum, sum keypt verður fyri á uppboðssøluni, fer at forða smáum reiðaríum í at bjóða, tí trygdin skal setast, áðrenn boðið verður.

Reiðarafelagið viðger framvegis spurningin, um felagið skal stevna Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri fiskirættindi, sum verður seld á uppboði. Felagið hevur havt limafund um málið, og nevnd felagsins viðger nú málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109