Óvissa um rognkelsi

Óvissa um rognkelsi
Umhvørvisstovan letur bara loyvi í eitt framleiðsluumfar í senn til at brúka rognkelsi at taka laksalús. Óvissa er um árinini
 
14.06.2016 - 09:46

Enn er so lítil vitan um árinini, sum kunnu standast av rognkelsum í alibrúkum, at Umhvørvisstovan letur bara loyvi í eitt framleiðsluumfar í senn til at brúka rognkelsi at taka laksalús.

Tað stendur í ískoyti til umhvørvisgóðkenning, sum Marine Harvest Faroes hevur fingið til at seta rognkelsi í aliringar á Sandsvág og í Skúvoyarfirði.

Innflyta rognkelsi úr Íslandi

Marine Harvest Faroes ætlar at innflyta rognkelsi úr Íslandi. Ískoytið til umhvørvisgóðkenningina er galdandi til 1. november næsta ár.

Umhvørvisstovan heldur tað vera skilagott at brúka rognkelsi sum reinsifisk. Men enn veit Umhvørvisstovan lítið um, hvussu nógv rognkelsini dálka, og tað sama kann sigast um smittuvanda og genetiska ávirkan á laksin.

Tí verður bara latin tíðaravmarkað góðkenning fyri eitt framleiðsluumfar í senn, stendur í ískoytinum til umhvørvisgóðkenningina hjá Marine Harvest Faroes, sum hevur fingið loyvi at ala laks á Sandsvág og í Skúvoyarfirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109