Taka ikki undir við kunngerð

Taka ikki undir við kunngerð
Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við kunngerðini um uppboðssølu, sum ráðið hevur havt til ummælis. Hoyringarfreistin endar í dag
 
10.06.2016 - 12:31

Jóanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum, sigur, at ráðið viðgjørdi uppskotið um kunngerð um uppboðssølu mikudagin.

Jóanna Djurhuus vísir á, at Fiskivinnuráðið tók ikki undir við lógaruppskotinum um uppboðssøluna, tá var til ummælis í ráðnum í desember í fjør.

Kunngerðin fer ikki longri enn lógin, sigur forkvinnan. Hoyringarfreistin í sambandi við kunngerðina um uppboðssølu endar í dag.

Í Fiskivinnuráðnum eru umboð fyri fiskivinnuna á sjógvi og á landi og manningarfeløgini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109