Skipini fiskaðu 43.000 tons meira

Skipini fiskaðu 43.000 tons meira
Í 2015 fiskaðu føroysk skip samanlagt 586.000 tons á øllum leiðum. Tað er 43.000 tons meira enn í 2014, tá heildarveiðan var 543.000 tons
 
09.06.2016 - 18:51

Føroysk skip fiskaðu 43.000 tons meira í fjør, enn árið fyri. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni. Í mun til 2014 er tað serliga nøgdin av svartkjafti, ið er økt.

Umleið 56.000 tons meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir makreli, smá 44.000 tons, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Heildarveiðan er økt munandi síðani 2012, nærum 230.000 tons, og nærkast nú metárinum 2006, tá heildarveiðan var 623.000 tons.

Orsøkin til stóru økingina seinastu fýra árini er einamest, at væl meiri av svartkjafti er veiddur. Ein øking í nøgd hesi fýra árini, sum var 239.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109