Bakkafrost økt í virði

Bakkafrost økt í virði
Virðið á Bakkafrost er hækkað við millum 22 og 23 prosentum í ár, og við meir enn 53 prosentum seinasta árið
Alifyritøkurnar, sum eru skrásettar á partabrævamarknaðinum í Oslo, hækka støðugt í virði. Ein teirra er Bakkafrost
 
09.06.2016 - 09:55

Alifyritøkurnar, sum eru skrásettar á partabrævamarknaðinum í Oslo, hækka støðugt í virði. Ein teirra er Bakkafrost.

Virðið á Bakkafrost er hækkað millum 22 og 23 prosent í ár og meiri enn 53 prosent seinasta árið. Størstu virðisøkingina eigur kortini SalMar.

Virðið á alifyritøkuni SalMar er økt 64 prosent í ár, og 117 prosent seinasta árið. Átta alifeløg eru á partabrævamarknaðinum í Oslo.

SÍ EISINI Gera íløgur fyri 2,2 milliardir

Bakkafrost er hækkað triðmest í virði. Orsøkin til gongdina er, at nógvur laksur er deyður í Chile, og tað hevur havt við sær, at útboðið av laksi er lækkað fimm prosent.

Tað hevur lagt trýst á prísin, og norskur laksur er seldur fyri meir enn 70 norskar krónur fyri kilo sammett við vanliga prísin, sum hevur ligið um 25 krónur fyri kilo.

Sum gongdin er nú, er ikki óhugsandi, at virðið á alifeløgunum í Oslo fer at hækka millum 10 og 20 prosent aftrat í ár. Tí kann tað fáa ógvusligar avleiðingar fyri feløgini, um eitt nú sjúka tekur seg upp, siga greinarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109