Keypt egin partabrøv fyri hálva millión

Keypt egin partabrøv fyri hálva millión
Fyrstu fýra dagarnar í tíðarskeiðinum, BankNordik setti av til at keypa partabrøv í BankNordik, keypti bankin 4.060 partabrøv fyri slakar 470.00 kr.
 
07.06.2016 - 15:13

Miðalkursurin hesar dagarnar frá 30. mai til 2. juni var 115,22. Leiðslan í BankNordik avgjørdi at brúka heimildina, sum hon fekk á aðalfundinum tann 30. mars, at keypa partabrøv í bankanum.

Keypt verður fyri 33 mió. kr. frá 30. mai til 30. desember í ár. Endamálið við at keypa egin partabrøv er at laga kapitalgrundarlagið hjá bankanum til, soleiðis at tað betur speglar kapitalmál bankans.

BankNordik bað norska íløgubankan ABG Sundal Collier standa fyri keypinum. Tað er vanligt, at fyritøkur, sum eru skrásettar, keypa egin partabrøv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109