Bakkafrost ótolnast eftir svari

Bakkafrost ótolnast eftir svari
Enn er ikki greitt um Vinnukærunevndin fer at eftirlíka ynskinum hjá Bakkafrosti um at viðgera eina niðurstøðu um eitt aliøki í Árnafirði av nýggjum
Vinnukærunevndin hevur framvegis ikki tikið avgerð um, hvørt hon fer at taka áheitanina frá Bakkafrosti til eftirtektar og viðgera niðurstøðuna í málinum um broytingar í aliøkjum hjá Bakkafrosti av nýggjum
 
07.06.2016 - 12:27

Vinnukærunevndin hevur framvegis ikki tikið avgerð um, hvørt hon fer at taka áheitanina frá Bakkafrosti til eftirtektar og viðgera niðurstøðuna í málinum um broytingar í aliøkjum hjá Bakkafrosti av nýggjum.

Bakkafrost vil hava Vinnukærunevndina at taka niðurstøðuna um heimvísu og ógildan av niðurstøðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um aliøkið A-63 aftur og taka málið upp til nýggja viðgerð.

Málið snýr seg um at staðseta aliøkið hjá Bakkafrosti í Árnafirði og at broyta trý aliøkir í Sundalagnum.

Hummaraveiðufelagið kærdi og fekk viðhald

Tað var Hummaraveiðufelagið, sum kærdi avgerðina hjá Heilusfrøðiligu Starvsstovuni og fekk viðhald. Bakkafrost vil hava avgerðina tiknað upp til nýggja viðgerð.

Í skrivi til Vinnukærunevndina vísir Christian Andreasen á, at Bakkafrost hevur ikki verið nóg væl kunnað, og at niðurstøðan hjá Vinnukærunevndini byggir ikki á neyv tøl um hummaraveiðu.

Men enn er Vinnukærunevndin ikki komin til nakra niðurstøðu, um málið verður tikið uppaftur.

Taka støðu áðrenn summarfrítíðina

Betzy Ludvig, skrivari í Vinnukærunevndini, sigur, at arbeitt verður við málinum og miðar eftir at taka støðu fyri summarfrítíðina, sigur Betzy Ludvig.

Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti, ótolnast, men vil ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn Vinnukærunvendin er komin við sínum svari.

Hann vil hava Vinnukærunevndina at finna tøl fyri hummaraveiðuni, men tað vil Vinnukærunevndin ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109