Ongar stovnsmetingar gjørdar av hummara

Ongar stovnsmetingar gjørdar av hummara
Manglandi stovnsmetingarnar eru eitt nú ein trupulleiki, tá kærur frá hummaraveiðimonnunm skulu viðgerast
 
05.06.2016 - 14:54

Ongar stovnsmetingar hava verið gjørdar av hummara í minst tíggju ár. 
Tað sigur stjórin á Havstovuni Eilif Gaard.

Manglandi stovnsmetingarnar eru eitt nú ein trupulleiki, tá kærur frá hummaraveiðimonnunm skulu viðgerast

Tað kann vera trupult at kæra árin á hummaraveiðuna, tá eingin veit, hvussu hummarastovnurin í Føroyum hevur tað. 

Tað staðfestir Vinnukærunevndin í niðurstøðu, har hon heimvísir avgerðini hjá Heilsufrøðiliu Starvstovuni um broytinar í aliøkjum hjá Bakkafrost í fýra førum. 

Avgerðir sum hummarafiskarar hava kært sum so ofta fyrr, men sum teir nú fyri fyrstu ferð hava vunnið.

Tað er Hummaraveiðufelagið og Poul Eiden Muller, sum hava kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um staðsetingina av aliøkið A-63 hjá Bakkafrost í Árnafirði umframt broytingar í trimum aliøkjum í Sundalagnum og teir hava fingið viðhald.

Avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni er ógyldað, og viðgerðin skal gerast av nýggjum er niðurstøðan hja Vinnukærunevndini.

Men nú vil Bakkafrost hava Vinnukærunevndina at taka sína viðgerð uppaftur. 

Bakkafrost hevur ikki verið kunnað nóg væl, og niðurstøðan byggir ikki á tøl um hummaraveiðu, sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti millum annað í einum skrivi til Vinnukærunevndina.

Hann vil hava Vinnukærunevndina at finna tøl fyri hummaraveiðuni, men tað vil Vinnukærunevndin ikki.

Veiðan kann vera ávirka av nógvum ymiskum viðurskiftum, sigur skrivarin hjá Vinnukærunevndini í einum teldubrævið Christian Andreasen tann 14. apríl.

Nevndin saknar tó stovnsmetingar í síni viðgerð.
Eingin tøl eru, sum kunnu siga okkum nakað um, hvussu hummarar, krabbar og onnur skeljadjór í Føroyum hava tað og tað eru heldur ikki útlit fyri, at stovnsmetingar verða gjørdar í bræði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109