Ferðafólkavøksturin heldur fram

Ferðafólkavøksturin heldur fram
Vøksturin í ferðafólkatalinum hjá Atlantic Airways heldur fram. Fyrstu fimm mánaðirnar flugu umleið 99.000 ferðafólk við felagnum
 
01.06.2016 - 13:49

Í mai flugu 25.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Tað er seks prosent fleiri sammett við mai í fjør.

Harvið hevur Atlantic Airways flogið til samans sløk 99.000 ferðafólk fyrstu mánaðirnar í ár, átta prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Nógvar seinkingar í mai

Men óvanliga nógv av ferðafólkunum í mai hava verið noydd at bíða eftir fráferðini. Avbjóðingar hava verið við flogferðsluni av tekniskum áðum.

18 prosent av øllum fráferðunum hava ikki verið rættstundis. Tað vil siga eru seinkað meir enn 15 minuttir.

Tað er fýra prosentstig meira enn tað vanliga higartil í ár, sum íalt hevur verið fýra prosentstig betri enn sama tíðarskeið í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109