Dómur fellur um tvær vikur

Dómur fellur um tvær vikur
17. juni fellur dómur í málinum um trolaran Gadus úr Klaksvík. Skiparin varð avhoyrdur í rættinum í Nord-Troms í gjár
 
01.06.2016 - 10:11

Gadus varð tikin tann 20. februar, tá hann var á veg heim til Føroya av fiskileið í Barentshavinum. Rættarfundur var allan dagin í gjár í Nord-Troms tingrett í Tromsø.

Skiparin á Gadusi, Brandur Joensen, varð avhoyrdur í rættinum í gjár. Hanus Hansen, reiðari, og fjarritarin á Gadusi vóru eisini í rættinum.

Virðið á fiskinum dragast inn

Sambært politinum í Tromsø boðaði Gadus ikki norsku myndugleikunum frá um 140 tons, sum Gadus fiskaði millum 15. og 19. februar.

Skiparin á Gadus fekk sektaruppskot, 25.000 norskar krónur, sum eru góðar 19.500 krónur í okkara pengum.

Harafturat vil politiið í Tromsø hava drigið inn virðið á fiskinum, sum Gadus, sambært norsku myndugleikunum, ikki boðaði frá. Talan er um knappliga 1,1 millión krónur í okkara pengum.

Boðaði ikki frá sambært reglunum

Frode Stock, løgfrøðingur hjá politinum í Tromsø, segði við Útvarpið í februar, at Gadus boðaði frá 15. februar, hvussu nógv hann hevði fiskað.

Men tá trolarin Gadus gavst at fiska 19. februar, boðaði hann ikki frá sambært reglunum. Tí gav vaktar- og bjargingarskipið Sortland Gadusi boð um at fara til Tromsø.

Skiparin og reiðaríið noktaðu at gjalda tað, sum politiið kravdi. Tí endaði málið í rættinum. Reiðaríið veitti kortini bankatrygd fyri pengunum, so Gadus kundi fara úr Tromsø tá í februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109