Bíligasta tilboðið 40,5 milliónir krónur

Bíligasta tilboðið 40,5 milliónir krónur
J&K Petersen hevur bíligasta tilboðið at útbyggja parkeringsøkið hjá Vága floghavn og at byggja lonir til ferðafólk á parkeringsøkinum
 
01.06.2016 - 09:14

Tilboðið hjá J&K Petersen var 40,5 milliónir krónur. Tað er næstan hálvtriðja millión minni enn upprunaliga metingin var.

Næstbíligasta tilboðið átti Articon. Tað er tvær milliónir meira enn tað hjá J&K Petersen. TG Verk átti dýrasta tilboðið, 44,7 milliónir krónir ella 4,2 milliónir fleiri enn bíligasta boðið.

Ætlanin er at byggja 500 parkeringspláss afturat teimum 330, sum longu eru á parkeringsøkinum við flogvøllin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109