Tíðindafundur um skipan av royndaruppboðssølu

Tíðindafundur um skipan av royndaruppboðssølu
Í dag fæst at vita, hvussu royndaruppboðssølan hjá Fiskimálaráðnum fer at síggja út. Tíðindafundur verður klokkan 13
 
31.05.2016 - 08:11

Fiskimálaráðið hevur boðið til tíðindafund seinnapartin, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer at kunna um uppskotið um kunngerð fyri uppboðssølu í ár.

Sambært lógini um royndaruppboðssøluna hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heimild at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboði.

Málið viðgjørt í fýra mánaðir

Fiskurin úr Barentshavinum skal bjóðast út til føroysk virki eftir treytum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð.

Lógin um royndaruppboðssøluna varð endaliga samtykt 6. apríl. Tá hevði málið verið til viðgerðar í politisku skipanini í nærum fýra mánaðir.

Lógin kom í gildi 15. apríl. Tíðindafundurin um royndaruppboðssøluna, sum verður í Fiskimálaráðnum, byrjar klokkan eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109