Makrelkvoturnar í Eysturgrønlandi býttar

Makrelkvoturnar í Eysturgrønlandi býttar
Lutakast var um makrelkvotur í grønlendska fiskimálaráðnum í gjár. Tólv søktu men bara seks sleppa fram at makrelinum
 
31.05.2016 - 12:50

Nýggi landsstýrismaðurin, Nikolaj Jeremiassen, býtti makrelkvoturnar við Eysturgrønland. Lutakast var millum 12 feløg, ið søktu um kvotu og luku treytirnar fyri at fáa kvotu.

Lutakast var neyðugt, tí bara seks feløg, sum ikki eiga skip, kunnu sleppa fram at makrelinum. Treytin var, at feløgini eru stovnað fyri 1. januar í ár og hava annað virksemi í fiskivinnuni á sjógvi ella landi.

Feløg, sum sjálv ikki eiga skip, fáa 30.000 tons av makreli við Eysturgrønland. Feløgini, sum vunnu lutakastið í gjár, eru Arsuk Food, Kitaa Seafood, Lilleholm Food, Malik Seafood, Sermilik og Rodebay Fish.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109