Gamalt samstarv í søguna

Gamalt samstarv í søguna
Samstarvið millum Smyril Line og umboðið í Seyðisfirði, ið hevur verið øll árini síðani 1983, er slitnað
Smyril Line noyðist at finna sær nýtt umboð á Seyðisfirði. 33 ára gamla samstarvið millum Jónas Hallgrímsson og felag hansara Austfar á Seyðisfirði og Smyril Line er slitnað
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
31.05.2016 - 07:58

Smyril Line noyðist at finna sær nýtt umboð á Seyðisfirði. 33 ára gamla samstarvið millum Jónas Hallgrímsson og felag hansara Austfar á Seyðisfirði og Smyril Line er slitnað.

Austfar hevur havt avgreiðsluna hjá Smyril Line á Seyðisfirði øll árini síðani 1983, tá Smyril Line byrjaði. Men um ein mánað verður hetta samstarvið søga.

Jónas Hallgrímsson sigur við Morgunblaðið, at Smyril Line vildi hava samstarvssáttmálan broyttan. Men treytirnar, sum felagið setti til nýggjan sáttmála, vóru av slíkum slagi, at Austfar kundi ikki góðtaka tær og segði sáttmálan upp.

Høvdu einki annað val

Jónas Hallgrímsson sigur, at tey høvdu ikki annað val enn at siga upp sáttmálan við Smyril Line. Tað kom óvart á tey, at hetta gjørdist neyðugt, tí samstarvið hevur verið drúgt og gott, sigur hann.

Eingin ætlan er tó um at gevast við virkseminum hjá Austfar. Nú verður leitað eftir nýggjum uppgávum, sigur Jónas Hallgrímsson við Morgunblaðið.

Jónas Hallgrímsson og Austfar avgreiddu eisini Smyril, tá hann sigldi til Seyðisfjarðar, so samstarvið við føroyingar vardi í 41 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109