Prísurin fyri laksin framvegis góður

Prísurin fyri laksin framvegis góður
Føroyska alivinnan fær framvegis sera góðan prís fyri feskan, kruvdan laks. Í fjør var miðalprísurin 43 krónur fyri kilo
Alivinnan í Føroyum fær framvegis góðan prís fyri feskan, kruvdan laks. Miðalprísurin var í 2015 tvær krónur meira fyri hvørt kilo enn í 2014
 
31.05.2016 - 11:11

Hetta eru tvær krónur meira enn í 2014. Sambært metingum koma seks prosent minni av laksi á heimsmarknaðin í ár, samstundis sum eftirspurningurin er stórur. Hetta hevur gjørt, at prísurin higartil í ár hevur verið óvanliga góður.

Útlit eru fyri, at laksaprísurin heldur sær har uppi tað, sum eftir er av 2016, hóast hann sambært forsagnunum á Fish Pool kanska ikki verður heilt so góður sum fyrstu mánaðirnar í 2016, skrivar Havbúnaðarfelagið í ársfrágreiðing sínari fyri 2015.

Prísurin fyri lidnu vørurnar góður

Prísurin fyri lidna vøru, porsjónir, er eisini góður, 80,62 krónur í miðal fyri kilo í fjør. Hetta er besti prísur nakrantíð fyri hesa vøru, skrivar Havbúnaðarfelagið.

Laksalúsin, sum ger alivinnuni um allan heimin fortreð, verður avgerandi fyri, hvussu nógvur laksur kemur á marknaðin í ár.

Føroysku alibrúkini útfluttu í fjør 66.000 tons av laksi fyri 2,8 milliardir krónur. Útflutningurin var á leið 100 milliónir krónur minni enn í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109