Takkar fyri seg

Takkar fyri seg
Gunnar í Liða, ið hevur sitið í nevndini hjá TF Holding í nógv ár, hevur tikið seg úr nevndini
 
26.05.2016 - 15:40

Gunnar í Liða hevur tikið seg úr nevndini í TF Holding. Gunnar í Liða hevur verið stjóri í Tryggingarfelagnum í nógv ár og síðani nevndarformaður í TF Holding.

Fyri einum ári síðani var nakað, sum minti um eitt kvett, framt í umboðsráðnum og hann var nærum ikki afturvaldur í nevndina.

Formansvalið varð kolldømt

Valda nevndin kundi ikki semjast um ein formann men atkvøðurnar stóðu á jøvnum. Gunnar í Liða brúkti formannsessin til at taka eina avgerandi atkvøðu og var í fyrstu atløgu sitandi sum formaður

Men Skráseting Føroya kolldømdi formansvalið. Nevndin í TF Holding fekk boð um at velja formann við lutakasti. Lutakastið fall á Arna Brattaberg, sum varð afturvaldur eftir aðalfundin tann 21. apríl.

Í telduposti til nevndina í TF Holding hevur Gunnar í Liða tikið seg heilt úr nevndini í gjár. Í morgin skal nevndin í TF Holding velja nýggja nevnd í Eik, har Gunnar í Liða eisini situr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Leygardag 1. mars
VIkan 1. mars 2025
188483
Leygardag 1. mars
Morgunlestur leygardagur 1. mars 2025
187869
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381