Merkja aldan laks í Noregi

Merkja aldan laks í Noregi
Felagið fyri laksin í norsku áunum krevur nú, at allur alilaksur verður merktur, so finnast kann fram til allan laks, ið sleppur úr alibrúkunum
 
26.05.2016 - 08:37

Forkvinnan í felagnum hjá teimum, sum røkja norsku áirnar, Ragnhild Brennslett, sigur, at stjórnin nú má taka sær um reiggj, tí verandi gongd kann ikki halda fram, sigur hon.

Aldi laksurin er ein stór plága fyri villa laksin, og nú er meir av aldum laksi í tveimum av trimum áum ella fossum, sigur Ragnhild Brennslett sambært vest24.no

Felagið krevur, at allur aldur laksur skal merkjast, so teir kunnu takast so skjótt, sum teir koma í áirnar, og latast alibrúkinum aftur. Tað ber væl til at merkja laksin, sigur felagið.

Norsku myndugleikanir siga seg arbeiða við málinum, og at ein avgerð um at merkja alda laksin verður tikin seinni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109