Søkja eftir fólki til ullarmóttøku

Søkja eftir fólki til ullarmóttøku
Búnaðarstovan søkir nú eftir fólki, ið skal taka sær av ullarmóttøkuni og leggja arbeiðið til rættis
 
25.05.2016 - 15:49

Búnaðarstovan søkir nú eftir fólki at taka sær av ullarmóttøkuni í summar. Talan er um eitt fólk, sum skal hava dagligu ábyrgdina og at leggja arbeiðið til rættis, umframt hjálparfólk aftrat eftir tørvi.

Tann, sum skal standa fyri ullarmóttøkuni, má hava gott skil á ull og dygdini á henni, og hava hegni at avgreiða viðskiftafólkini á góðan hátt. Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað starv frá umleið 1. juli til 1. september.

300.000 krónur játtaðar

Sagt verður í starvslýsingini, at arbeitt verður eisini ólagaligar tíðir. Løn verður sambært avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknarfreistin er 8. juni. Løgtingið samtykti í vár 300.000 krónur til ullarmóttøku. Meginparturin skal brúkast til at rinda fyri ullina.

Í eykajáttanaruppskotinum, sum Kristina Háfoss hevur borið í Løgtingið, verður biðið um 300.000 krónur til endamálið. Tað mesta skal brúkast til at rinda fyri ullina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109