Skulu taka støðu til semingsuppskot

Skulu taka støðu til semingsuppskot
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya skulu nú svara Semingsstovninum, um tey góðtaka semingsuppskotið, sum er lagt fyri partarnar
Klokkan trý í dag skulu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya svara Semingsstovninum, um tey góðtaka semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar í nátt
 
25.05.2016 - 13:53

Klokkan trý í dag skulu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya svara Semingsstovninum, um tey góðtaka semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar stutt fyri klokkan trý í nátt.

Lønin og hvussu arbeiðið skal skipast eru trætumálini, sum Semingsstovnurin skuldi royna at fáa Flogskiparafelag Føroya og Føroya arbeiðsgevarafelag at semjast um.

Semingsroyndin byrjaði klokkan eitt í gjár. Semingsstovnurin varð boðsendur hvítusunnuaftan, 14.mai, tí Flogskiparafelag Føroya og Føroya arbeiðsgevarafelag ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 31. mars.

SÍ EISINI Fara nú undir semingsroynd

Sáttmálasamráðingarnar byrjaðu 30. mars og hildu á til 14. mai, tá partarnir, um ikki annað, kundu semjast um at senda boð eftir Semingsstovninum.

Um semingin ikki ber á mál, og annar parturin ætlar at seta í verk arbeiðssteðg, steðgar flúgvingin kortini ikki við brestin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at í sáttmálanum partanna millum stendur, at arbeiðssteðgur skal fráboðast minst 14 dagar frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109