Fara nú undir semingsroynd

Fara nú undir semingsroynd
Í dag ætlar Semingsstovnurin at fara undir semingsroynd millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála
Semingstovnurin ætlar í dag at fara undir semingsroynd millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
24.05.2016 - 09:58

Semingsstovnurin varð boðsendur hvítusunnuaftan, 14. mai, tí Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 31. mars.

Sáttmálasamráðingarnar byrjaðu 30. mars og hildu á til 14. mai, tá partarnir, um ikki annað, kundu semjast um at senda boð eftir Semingsstovninum.

Hava tosað við partarnar fleiri ferðir

Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen, hava síðani tosað við partarnar fleiri ferðir fyri at fáa tilfar til grundarlagið undir semingsroyndini, sum ætlanin er at byrja í dag.

Um semingin ikki ber á mál, og annar parturin ætlar at seta í verk arbeiðssteðg, steðgar flúgvingin kortini ikki við brestin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at í sáttmálanum partanna millum stendur, at arbeiðssteðgur skal fráboðast minst 14 dagar frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109