Tøkniligt ivamál steðgar flogfari hjá Atlantsflogi

Tøkniligt ivamál steðgar flogfari hjá Atlantsflogi
Atlantic Airways bíðar eftir svari frá Airbus
Tað eina flogfarið hjá Atlantic Airways sleppur ikki á flog fyr enn svar er komið frá Airbus.
 
22.05.2016 - 14:33

Eitt av Airbus-flogførunum hjá Atlantsflogi er í dag tikið úr flúgving av tekniskum ávum. 

Sambært Rasmusi Niclasen hjá Atlantic Airways er talan um eitt tekniskt ivamál, sum felagið hevur biðið Airbus-verksmiðjuna hyggja nærri at og taka støðu til.

Seint seinnapartin í dag fær felagið svar frá Airbus, og tá verður eisini greitt, um flogfarið kann fara aftur í flúgving alt fyri eitt ella kanska eisini verður standandi í morgin.

Setta flogfarið hevur seinkingar við sær í flogferðsluni í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109