Prísurin á laksi heldur sær til 2020

Prísurin á laksi heldur sær til 2020
Eftirspurningurin eftir aldum laksi veksur, samstundis sum útboðið ikki fer at vaksa stórvegis, og tí fer høgi prísurin at standa við
 
21.05.2016 - 15:45

Greinarar sum fylgja við laksamarknaðunum siga nú, at høgi prísurin á aldum laksi kann vara til 2020, tí smá útlit eru fyri, at útboðið av laksi fer at hækka í bræði.

Eftirspurningurin eftir laksi tykist vera hækkandi, samstundis sum útboðið ikki fylgir við.

Hvørkí Noreg ella í Chile verður talan um hækkandi útboð, tvørturímóti verður útflutningurin av laksi úr Chile væl lægri í ár, tí algur gera av við nógvan laks, vísa eygleiðararnir á.

Nógvar royndir verða gjørdar fyri at ala meir laks, men tær royndirnar taka tíð, tí bæði nýggj tøkni og nýggj aliøkir skulu finnast.

Tí verður eftirspurningurin hægri enn útboðið í langa tíð, og óhugsandi er ikki at høgi prísurin fer at halda sær til 2020, siga eygleiðararnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109