Íslendskt øl skal tollast sum cider

Íslendskt øl skal tollast sum cider
Føroya Bjór hevur biðið Taks um at leggja størri avgjald á íslendska rúsdrekka Aldinbjór, ið Rúsan selur nógv bíligari føroyskt framleitt cider
 
20.05.2016 - 18:00

Føroya Bjór hevur biðið Taks um at leggja hægri avgjald á íslendska rusdrekka Aldinbjór, ið Rúsan selur nógv bíligari enn eitt nú føroyskt framleitt cider. 

TAKS hevur fingið ein fyrispurning frá Føroya Bjór um, hvussu ein íslendsk vøra, sum verður seld í Rúsdrekkasølu Landsins, skal tollast. 

Tað váttar Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS. 

Verður selt sum øl

Talan er um vøruna Aldinbjór - ein cider, sum verður bryggjað í Íslandi, innflutt til Føroya og selt sum øl í Rúsdrekkasølu Landsins. 

Aldinbjór er blandingsvøra millum øl og frukt, og tað hevur fingið Føroya Bjór at venda sær til TAKS fyri at vita, hvussu vøran skal bólkast og tollast. 

Hetta hevur avgerandi týdning, tí avgjaldið er ymiskt fyri cider og øl og er hægri fyri cider. 

Tí kann Rúsdrekkasøla Landsins selja íslendsku vøruna munandi bíligari enn vørurnar, sum Føroya Bjór bryggjar og selur.

Kappingaravlagandi

Hetta er kappingaravlagandi, heldur Føroya Bjór, sum tí hevur vent sær til TAKS við málinum. 

TAKS hevur nú kannað, hvussu vøran verður bólkað í okkara grannalondum.

Niðurstøðan er, at Aldinbjór skal bólkast sum cider og skal harvið tollast sum cider - og ikki sum øl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109