Lúsakunngerðin til hoyringar

Lúsakunngerðin til hoyringar
Broytingarnar í kunngerðini um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski eru sendar til hoyringar. Markið lækkar við einum fjórðingi
Broytingarnar í kunngerðini um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski eru sendar til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 27. mai
 
19.05.2016 - 08:36

Nú verður staðfest í kunngerðini um laksalús, at ymisk fiskasløg, reinsifiskur kallaður sambært kunngerðini, kunnu brúkast til at taka laksalús í alibrúkum.

Broytingarnar í kunngerðini um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski eru sendar til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 27. mai.

Fiskaaling skal gera allar teljingar

Fyri at lætta um hjá teimum, sum brúka kunngerðina, fer kunngerðin nú bara at eita lúsakunngerðin.

Sambært broyttu kunngerðini skulu tey, sum skriva út heilivág fyri lús, gera eftirmetingina fyri at vita, hvussu viðgerðin hilnaðist.

Er viðgerðin gjørd uttan heilivág, ger tann, sum hevur ábyrgdina av viðgerðini, eftirmetingina. P/f Fiskaaling skal gera allar lúsateljingar, stendur í broyttu kunngerðini.

Markið lækkar við einum fjórðingi

Men størsta broytingin er, at markið fyri, hvussu nógvar laksalús mugu vera í einum aliringi, lækkar úr tveimum niður í hálva aðru lús fyri hvønn laksin.

Og tað markið er avgjørda markið. Tí fær tað avleiðingar alt fyri eitt, um ov nógv lús er í einum aliringi.

Verður ov nógv laksalús tald í einum aliringi, kann alarin fáa boð um at seta minni smolt út næstu ferð. Alarin kann eisini fáa boð um, at laksurin skal takast alt fyri eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109