Hýrurnar skulu upp

Hýrurnar skulu upp
Føroyskir fiskimenn fáa verri hýru enn fiskimenn í Noregi. Hýrurnar skulu upp, heldur formaðurin í fiskimannafelagnum
Hýrurnar hjá teimum, sum eru við føroyskum fiskiskipum, skulu upp, heldur formaðurin í Fiskimannafelagnum
 
18.05.2016 - 08:22

Føroyskir fiskimenn fáa verri hýru enn fiskimenn fáa í Noregi. Tí eiga hýrurnar hjá teimum, sum eru við føroyskum fiskiskipum, at fara upp.

Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, nú nevndin í felagnum hevur verið á kanningarferð í Noregi.

Sáttmálin skal dagførast

- Vit vistu, at viðurskiftini á flest øllum økjum eru betur skipað hjá norskum fiskimonnum enn hjá okkum. Men tað kom eitt sindur óvart á okkum, hvussu nógv betri teirra sáttmálar eru, sigur Jan Højgaard.

Fiskimannafelagið fyrireikar seg til at dagføra sáttmálan hjá fiskimonnnum. Jan Højgaard væntar, at býtisprosentið eisini í framtíðini verður grundarlagið undir sáttmálanum.

Men hýrurnar verða í størri mun umroknaðar til dagløn. Býtisprosentið í Føroyum er lægri enn í Noregi, og tí skal býtisprosentið upp í Føroyum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Ásetingar í verandi sáttmála ótíðarhóskandi

Nógvir føroyingar eru við norskum skipum, Tí er sjálvsagt hjá Fiskimannafelagnum at samanbera við Noreg, sigur Jan Højgaard.

Tá Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fyri einum ári síðani gjørdu nýggjan sáttmála, var semja um at fara undir at dagføra sáttmálan.

Fleiri ásetingar í sáttmálanum eru beinleiðis ótíðarhóskandi og harafturat so illa orðaðar, at tær elva til stríð um tulkingar, sigur Jan Højgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109