Væntar rakstrarvinning longu í ár

Væntar rakstrarvinning longu í ár
Málið er at gera heimsins størsta marknaðartorg fyri vín, sigur Heini Zachariassen, ið stovnaði vínappina Vivino í 2009
 
17.05.2016 - 07:59

Tað gongur so væl hjá vínappini Vivino, at Heini Zachariassen, sum stovnaði Vivino í 2009, væntar rakstrarvinning longu síðst í hesum árinum. Tað er eitt ár fyrr enn væntað, skrivar Berlingske Business.

Heini Zachariassen sigur Berlingske Business, at málið er at gera heimsins størsta marknaðartorg fyri vín. Í ár leggjast tíggju marknaðir, tíggju lond, afturat hjá Vivino.

Vivino er nú ein amerikonsk fyritøka, sum hevur skrivstovur í USA, Danmark, India og Ukraina. Vivino hevur yvir 17 milliónir brúkarar.

Í minsta lagi 10.000 fløskur av víni verða seldar um dagin á Vivino. Heini Zachariassen, sum er úr Hoyvík, er stjóri í Vivino, og hann býr í San Francisco

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109