- Tíðindi, mentan og ítróttur
Selt til Noregs
Uppboðið er nú afturkallað. Felagið South Pelagic í Vági keypti Østervold úr Noregi í februar í 2013, og gav skipinum navnið Grunnabarð. Grunnabarð, sum er bygdur í 1979, varð keyptur at fiska ídnaðarfisk.
30. mai í 2013 keypti eitt felag hjá Thor í Hósvík, Ocean Group Faroes, Grunnabarð fyri 20 milliónir krónur. Hann varð tá keyptur at fiska sild og makrel.
Veðhavararnir ikki á fundinum
Grunnabarð endaði tó aftur hjá South Pelagic, sum átti skipið, tá tað varð kravt undir hamaran. Fyrireikandi fundur var í Fútarættinum 20. apríl. Men veðhavararnir í Grunnabarði vóru ikki á tí fundinum.
Advokaturin, sum bað um uppboðið, hevði ikki frætt frá teimum. Einastu krøvini, sum vórðu løgd fram á fyrireikandi fundinum, vóru frá tveimum havnum, Runavík og Vági. Eingi hýrukrøv eru.
Danska fyritøkan Teleserve vendi sær til ein advokat í Føroyum, Bjørn á Heygum, og bað hann krevja Grunnabarð seldan á tvingsilsuppboði.
Eginognin er negativ
Í seinasta roknskapinum hjá South Pelagic, sum er kunngjørdur - hann er frá 2014 - er skuldin hjá felagnum 14,5 milliónir krónur, men eginognin er negativ.
Grunnabarð er, sambært roknskapinum, verdur 9,7 milliónir krónur. Men nú er hann seldur Ice Fjord A/S í Tromsø fyri 2,4 milliónir krónur.
Grunnabarð hevði eingi fiskirættindi í Føroyum, nú hann varð seldur eftir at hava ligið í Hirtshals í langa tíð. Reiðaríið hevur tó eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri.