Selt fyri 50 milliónir

Selt fyri 50 milliónir
Krabbaskipið Fríðborg er seld til Noregs fyri 50 milliónir krónur. Tråldrift í Tromsø hevur keypt Fríðborg
Eitt felag í Tromsø í Noregi hevur nú keypt Fríðborg fyri 50 milliónir krónur
 
11.05.2016 - 16:35

Fríðborg fær ikki bara nýggjar eigarar, men eisini nýtt navn. Skipið skal eita Polar Star. Polar Star skal fiska av norsku krabbakvotuni.

Fríðborg fekk í fjør vár tilsøgn um føroyskt fiskiloyvi, men tað var við fyrivarni. Og tilsøgnin varð tikin aftur, tá fyrivarnið gjørdist virkið.

Viðurskiftini ógreið

Viðurskiftini millum føroyskar og russiskar myndugleikar og millum føroyskar og norskar myndugleikar um føroyska roynd eftir krabba í Barentshavinum eru ikki greið.

Tí vildi landsstýrið ikki loyva Fríðborg í Smoguna eftir krabba. Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, keypti í fjør eitt skip úr Íslandi. Skipið er síðani riggað til at royna eftir krabba, men hevur ligið síðani.

Skipið gjørdi tó eina roynd á Ytra banka undir Føroyum í nakrar dagar í desember í fjør fyri at royna útgerðina. P/F Fríðborg eigur framvegis í skipinum, nú tað er selt til Noregs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109