Ikki tikin av kvotuni

Ikki tikin av kvotuni
Tey 20.000 tonsini av svartkjafti, sum skulu seljast á uppboði, verða ikki tikin av verandi kvotu fyri 2016
 
11.05.2016 - 08:14

Svartkjaftakvotan hjá føroyskum skipum í ár er 215.807 tons. Men nú eru 20.000 tons løgd aftur at kvotuni, tí rætturin at fiska 20.000 tons av svartkjafti verður seldur á uppboði.

Fiskimálaráðið arbeiðir enn við kunngerðini um royndaruppboðsøluna. Miðað verður framvegis aftur at lýsa kunngerðina um mánaðaskiftið mai-juni.

Umframt 20.000 tons av svartkjafti skulu 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 3.000 tons av toski í Barentshavinum seljast á uppboði sambært lógini, sum Løgtingið samtykti 6. apríl. Lógin kom í gildi 15. april.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109