Arbeiðið skal nú bjóðast út

Arbeiðið skal nú bjóðast út
Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verður boðið út í næsta mánað. Sjálvar verkætlanirnar skulu eisini gerast nú
Í juni verður arbeiðið at gera báðar undirsjóvartunlarnir og vegirnar til teirra boðið út
 
03.05.2016 - 13:24

Landsverk hevur góðkent báðar for-verkætlanirnar, og nú verða sjálvar verkætlanirnar gjørdar. Tær verða lidnar nú í mai, og í juni verður arbeiðið at gera báðar undirsjóvartunlarnir og vegirnar til teirra boðið út

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá P/f Eystur- og Sandoyartunlum fyri 2015. P/f Eystur- og Sandoyartunlar væntar, at fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av í ár.

2,2 mió. í halli í 2015

Tá liðugt er at bora Eysturoyartunnilin, verður farið undir Sandoyartunnilin. Tað verður í 2018. Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hevði góðar 2,2 mió. kr. í halli í fjør.

Felagið hevur bara útreiðslur og ongar inntøkur til tann dagin, koyrandi verður millum Eysturoynna og Streymoynna.

Rakstrarhallið er drigið frá eginognini, sum var 20 milliónir krónur. Felagið fekk fimm milliónir krónur úr landskassanum í partapeningi í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109