- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist um tað fær avleiðingar
Óvist um tað fær avleiðingar
Í løtuni er óvist, um tað fær avleiðingar fyri Glasir, at ein undirveitari undirveitari hjá skúladeplinum við Marknagil er farin av knóranum
02.05.2016 - 14:55
Danska ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan, Lemming & Eriksson, ið er partur av stóru byggiverkætlanini við Marknagil, sum danska arkitektafyritøkan Bjarke Ingels Group, BIG, hevur teknað, er farin á húsagang.
Um tað fær avleiðingar fyri sjálva byggingina er ikki heilt greitt enn. Lemming & Eriksson, ið gjørdi nógv umrødda roknifeilin í berandi kontruktiónini av skúladeplinum, er undirveitari hjá høvuðsráðgevanum, BIG.
Tí er tað uppgávan hjá BIG at loysa trupulleikar, ið kunnu standast av, at undirveitarin ikki longur kann vera partur verkætlanini, skrivar Landsverk á heimasíðuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV