- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúsan selur minni sterkt
Handlarnir hjá Rúsdrekkasøluni selja alsamt meira veikan løg, tí serliga sølan av spiritusi minkar. Hetta vísir seinasta uppgerðin hjá Rúsdrekkasøluni, sigur Rúsdrekkasølan í tíðindaskrivi.
Meira verður selt av víni, og minni av spiritus.
Av øllum vørusløgum vórðu seldir 180.471 litrar av reinum alkoholi í 2015. Í 2010 vórðu seldir 189.471 litrar.
Tølini vísa, at meira verður selt av víni, meðan minni verður selt av spiritusi. Í 2008 vórðu seldir 48.899 litrar av reinum alkoholi í víni. Í 2015 var talið 53.770 litrar.
Í 2008 vórður seldir 87.704 litrar av reinum alkoholi í spiritusi, men í 2015 var talið minkað heilt niður í 68.563 litrar. Sølan av øli er at kalla óbroytt í mong ár.