Høgni Hoydal ásett norðhavssildakvotuna fyri 2016

Høgni Hoydal ásett norðhavssildakvotuna fyri 2016
Føroyska kvotan fyri norðhavssild verður 56.087 tons í ár
 
22.04.2016 - 15:54

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, ásett føroysku norðhavssildakvotuna fyri 2016.

Nú semja ikki varð gjørd millum strandarlondini á heysti í 2015 um býtið av norðhavssild fyri í ár og næstu árini, hava londini hvørt sær ásett kvotur fyri 2016, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.

Avgerð er tikin um, at føroyska kvotan fyri norðhavssild í ár verður 56.087 tons.

Sambært fiskirættindasáttmálum við ávikavist Russland og Grønland lata Føroyar hesum londum 12.500 tons av føroysku norðhavssildakvotuni.

Hjá føroyskum skipum verða sostatt 43.587 tons at fiska í 2016.

Kunngerð um norðhavssildafiskiskapin verður lýst í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109