- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin lærlingastyrkur

Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá Jákupi Mikkelsen í Fólkaflokkinum, um at løgtingið skal heita á landsstýrið um at koma við uppskoti um at bøta um fíggjarligu viðurskiftini hjá lærlingum. Meirilutin heldur kortini, at uppskotið er gott, og tað nemur við ein tátt í týdningarmikla arbeiðnum at styrkja yrkisútbúgvingarøkið.
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur greitt nevndini frá, at hon arbeiðir við málinum um at styrkja yrkisútbúgvingarnar og korini hjá teimum, sum er undir útbúgving. Tí tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum, men mælir tinginum frá at samtykkja tað. Minnilutin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, tekur undir við uppskotinum.
Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø siga, at eingin ivi kann vera um, at politiski myndugleikin eigur at gera tað, sum ber til, at økja tilgongdina av lærlingum, og miðað eigur at verða ímóti at útbúgva fólk til okkara tørv.