Føroysku peningastovnarnir ikki spurdir

Føroysku peningastovnarnir ikki spurdir
Peningastovnarnir í Føroyum eru ikki bodnir til hoyring í skattanevndini hjá Fólkatinginum, í kjalarvørrinum á málinum um pening í skattaskjóli
Ongin føroyskur peningastovnur er enn biðin um at greiða skattanevndini frá støðuni hjá føroysku bankunum í kjalarvørrinum á gøluni um pening í skattaskjóli í sonevnda panama-málinum
 
14.04.2016 - 13:20

Stóru peningastovnarnir í Danmark góðtaka ikki, at kundar fjala pening í skattaskjólum uttanlands.

Tað kom fram, tá umboð fyri Nordea Bank, Danske Bank og Jyske Bank vóru til hoyring í skattanevndini hjá Fólkatinginum í gjár.

Ongin føroyskur peningastovnur er biðin um at greiða skattanevndini hjá Fólkatinginum frá støðuni hjá føroysku bankunum.

Samstarva verða teir spurdir

Hvørki føroyskir ella danskir myndugleikar hava vent sær til peningastovnarnar í Føroyum um málið.

Tað siga stjórarnir í EIK, BankNordik, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa fyri útvarpinum í dag.

Men verða føroysku peningastovnarnir bidnir um at greiða frá støðuni, gera teir tað, siga bankastjórarnir í føroysku peningastovnunum.

Atfinningar móti Nordea Bank

Skattanevndin hjá Fólkatinginum hevði í gjár kallað umboð fyri stóru donsku bankarnar til hoyring í sambandi við avdúkingarnar um stóru skattagøluna.

Tað varð gjørt nú tað er komið fram, at túsundtals persónar og fyritøkur hava pening í skattaskjóli í Panama.

Serliga Nordea Bank hevur verið fyri hvøsum atfinningum, tí fleiri av skjølunum hava avdúkað, at Nordea Bank hevur samstarvað við um umstrídda advokatfelagið Mossack Fonseca í Panama.

Ásannar at meiri kundi verið gjørt

Stjórin í Nordea Bank, Torben Laust, vísti undir hoyringini í gjár aftur, at Nordea hevur verið vitandi um leiklutin, sum bankin verður lagdur undir at hava havt.

Torben Laust ásannaði kortini, at bankarnir hava ikki gjørt nóg mikið til tess at forða fyri skattaskjólum. Hann legði dent á, at bankarnir vilja gera alt fyri at kanna málið til botns.

Donsku bankarnir góðtaka ikki, at peningur verður fjaldur í skattaskjólum uttanlands, segði stjórin í Nordea Bank, Torben Laust.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109