Stórur vøkstur í ferðafólkatalinum

Stórur vøkstur í ferðafólkatalinum
Munandi fleiri ferðafólk fóru um floghavnina í Kastrup í mars enn sama mánað í 2015. Størsti vøksturin var á evropeisku rutunum
Munandi fleiri ferðafólk fóru um floghavnina í Kastrup í mars enn sama mánað í 2015, vísa nýggjastu tølini hjá floghavnini
 
12.04.2016 - 15:39

Tað er ikki bert í Føroyum, at fleiri ferðafólk fóru um flogvøllin í mars mánað. Floghavnin í Kastrup í Keypmannahavn hevði eisini vøkstur í mars.

Til samans ferðaðust 2,3 milliónir ferðafólk um Kastrup í mars. Vøksturin var 11,2 prosentstig í mun til sama mánað í fjør, skrivar finans.dk

Størsti vøksturin í Kastrup í mars var á evropeiskum ferðum. Her var vøksturin 12,6 prosentstig í mun til sama mánað í fjør vísa tøl hjá floghavnini.

Floghavnin í Kastrup er tann mest vitjaða norðurlendska floghavnin. Í 2015 fóru fleiri enn 26 milliónir ferðafólk um floghavnina í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109