- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendska makrelkvotan 148.000 tons
Íslendska makrelkvotan 148.000 tons
Ísland hevur nú ásett sær makrelkvotu fyri 2016, knappliga 148.000 tons. Snellubátar fáa 6.160 tons av makrelkvotuni

Ísland hevur nú ásett sær makrelkvotu fyri 2016. Hon er umleið 148.000 tons
Mynd: Wikimedia Commons/Richard Ling
12.04.2016 - 09:36
Íslendska kvotan er tí 16,5 prosent av heildarkvotuni í ár. Ísland er ikki við í makrelsemjuni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu i 2014.
Sambært teirri semjuni eiga Ísland, Grønland og Russland 15,6 prosent at býta millum sín.
Íslendska kvotan er tí eitt prosentstig størri enn tað, sum londini í makrelsemjuni ætla bæði Íslandi, Grønlandi og Russlandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV