Fríhandilssáttmálin helst samtyktur

Fríhandilssáttmálin helst samtyktur
Løgtingið fer í dag væntandi at samtykkja at góðkenna fríhandilssáttmálan við Turkaland, ið longu hevur góðkent fríhandilssáttmálan
 
12.04.2016 - 08:00

Ein samd uttanlandsnevnd tekur undir við uppskotinum frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, um fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland.

Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum. Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa. Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin.

Sáttmálin er longu góðkendur í Turkalandi

Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland, og hann hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun.

Føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.

Turkaland og Føroyar skrivaðu undir fríhandilssáttmálan fyri jól í 2014, men løtuni er ógreitt, nær turkiskir myndugleikar fara at góðkenna sáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109