Vil vita um kunngerðin verður broytt

Vil vita um kunngerðin verður broytt
Tingmaður spyr nú landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum um ætlanin er at broyta kunngerðina um eftirløn hjá fólki, ið starvast uttanlands
 
11.04.2016 - 19:10

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum spyr Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um ætlanin er at broyta kunngerðina um eftirløn hjá fólki, sum arbeiða uttanlands, so norska Folketrygd og aðrar eftirlønarskipanir eisini verða góðkendar.

Jørgen Niclasen sigur, at tá eftirlønarlógin varð samtykt, varð ein serskipan gjørd fyri tey, sum arbeiða uttanlands. Flestu teirra, serliga siglandi fólkið, eru í eini eftirlønarskipan.

Men TAKS hevur bara góðkent eina ávísa danska eftirlønaruppsparing, og sjófólk, sum ikki spara saman hjá hesum veitara, eru kravd eftir dupultari eftirlønaruppsparing, sigur Jørgen Niclasen.

TAKS vil ikki góðkenna norska skipan

Hetta er ikki rímiligt, og tí eigur kunngerðin at verða broytt, sigur hann. Tað er serliga løgið, at TAKS ikki vil góðkenna norsku Folketrygd.

Allir sjómenn við norskum skipum rinda umleið átta prosent av lønini til henda veitaran.

Meginparturin fer til eftirløn, sum verður útgoldin sum lívrenta, men har eru eisini aðrar tryggingar, eitt nú fyri sjúku og barnsburð.

Jørgen Niclasen sigur, at tað ber ikki til, at TAKS ikki góðkennir hesa samansparing, tí hon er í fullum samsvari við lógina, sum júst krevur lívrentu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109