Viðgera kæruna í dag

Viðgera kæruna í dag
Landsstýrismálanevndin fer á fundi í dag at umrøða kæruna frá einum borgara um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum
Kæran frá einum borgara um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, verður í dag umrødd í Landsstýrismálanevndini
 
21.03.2016 - 07:22

Tað er Eivind Jacobsen av Strondum, sum hevur kært landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, fyri handfaring hennara av skattamálinum hjá Eik.

Landsstýrismálanevndin hevur ikki enn tikið støðu til, um hon fer at taka kæruna hjá Eivindi Jacobsen upp til viðgerðar.

SÍ EISINI Kristina Háfoss kærd til Landsstýrismálanevndina

- Nevndin vil hava greiðu á nøkrum viðurskiftum, áðrenn støða verður tikin til, um nevndin fer at kanna kæruna.

Tað segði Bárður Kass Nielsen, løgtingslimur hjá Nýggjum Sjálvstýri, og formaður í landsstýrismálanevndini, við útvarpið í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109