Bíða við kæru um landsstýriskvinnuna

Bíða við kæru um landsstýriskvinnuna
Landsstýrismálanevndin bíðar við at kanna kæruna um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum
 
21.03.2016 - 11:14

Orsøkin er, at ein kæra er farin til Løgtingsins Umboðsmann um, at Fíggjarmálaráðið ikki vil lata innlit í skjølini í Eik-málinum.

Ein borgari kærdi handfaringina hjá Kristinu Háfoss av skattamálinum hjá Eik til Landsstýrismálanevndina.

SÍ EISINI Viðgera kæruna í dag

Nevndin hevði fund í dag, og formaðurin í landsstýrismálanevndini, Bárður Kass Nielsen, sigur, at tey bíða við at viðgera kæruna.

Tað verður gjørt til Løgtingsins Umboðsmaður verður liðugur at viðgera kæruna um Fíggjarmálaráðið og innlitsumbønirnar.

Løgtinsins Umboðsmaður miðar eftir at vera liðug at viðgera kæruna um Fíggjarmálaráðið um hálvan apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109