Kristina Háfoss kærd til Landsstýrismálanevndina

Kristina Háfoss kærd til Landsstýrismálanevndina
Ein borgari hevur kært landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum fyri hennara leiklut í málinum um skattafrádráttin hjá Eik
Eivin Jacobsen á Strondum, hevur kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum til Landsstýrismálanevndina hjá Løgtinginum
 
10.03.2016 - 12:08

Eivin Jacobsen á Strondum, hevur kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum til Landsstýrismálanevndina hjá Løgtinginum.

Eivin Jacobsen kærir millum annað framferðarháttin hjá Krisinu Háfoss í samband við brævið, Finansiel Stabilitet sendi Fíggjarmálaráðnum um skattamálið.

Hann biður eisini landsstýrismálanevndina kanna, um Kristina Háfoss hevur ráðgivið ella arbeitt við málinum í borgarliga starvi sínum.

Kristina Háfoss arbeiddi hjá TF Holding áðrenn hon tók við sum landsstýriskvinna í Fíggjarmálum. TF Holding eigur Eik.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896