Inniloka dokkina á Skála

Inniloka dokkina á Skála
Skipasmiðjan MEST hevur biðið Runavíkar kommunu um loyvi at inniloka dokkina á Skála, so arbeiðast kann alt árið
MEST hevur ætlanir um at inniloka dokkina á Skála. Neyðugt verður at broyta byggisamtyktina, skal tað gerast
 
29.01.2016 - 10:18

 - Verður dokkin innlokað, ber til at arbeiða alt árið, sama hvussu veðrið er, sigur stjórin í MEST, Mouritz Mohr.

Bæði Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin í Runavíkar kommunu mæla til at arbeiða víðari við málinum.

Skal dokkin á Skála lokast inni, er neyðugt at broyta byggisamtyktina. Runavíkar Býráð skuldi viðgera málið á býráðsfundi hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109