Almennur stuðul skal bjarga arbeiðsplássum

Almennur stuðul skal bjarga arbeiðsplássum
Bretska stjórnin hevur gjørt av at stuðla bretsku oljuvinnuna í Norðsjónum við trimum milliardum krónum, so arbeiðspláss í vinnuni verða varðveitt
Bretska oljuvinnan í Norðsjónum fær nú tríggjar milliardir krónur í almennum stuðli, so arbeiðspláss í vinnuni ikki fara fyri skeytið. Á myndini ein boripallur við bryggju í Invergordon í Skotlandi
Mynd: Savnsmynd/Wikimedia Commons  
 
29.01.2016 - 09:53

Orsøkin, til at bretska oljuvinnan fær almennan stuðul, er, at oljuvinnan, sum í stóran mun verður rikin úr Aberdeen í Skotlandi, er illa fyri av lækkandi oljuprísunum.

Stuðulin skal nýtast til at varðveita arbeiðspláss í oljuvinnuni, tí fólk í túsundatali eru søgd úr starvi, so hvørt sum prísurin á olju og gassi er lækkaður.

Ráðharrin fyri Skotland, David Modell, váttar, at ein hjálparpakki er á veg til oljuvinnuna, sum ikki bert hevur týdning fyri landnyðringspartin av Skotlandi, men fyri alt Bretland.

Fakfeløg í Noregi mæla til tað sama

Pengarnir skulu nýtast til at markaðarføra ta vitan sum bretska oljuvinnan hevur. Bretska stjórnin í London skal rinda helvtina av peninginum, meðan umsitingin í Skotlandi skal rinda hina helvtina.

Í Noreg hava fakfeløg mælt til tað sama, men hesum hevur stjórnin higartil víst aftur, og hevur ístaðin játtað fýra milliardir kr. aftrat til arbeiðsloysisstuðul.

Norska stjórnin hevur kortini ikki víst aftur, at talan kann gerast um størri játtan fyri at hjálpa teimum sum missa starvið í oljuvinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389